Søgan
Tubbak liggur á Áarvegnum á einum av søguligastu støðunum í høvuðsstaðnum. Í ættarlið hava fólk á veg til og frá havnini gingið fram við júst hesum staðnum, sum tí gjørdist eitt livandi savningarstað í býnum.
Søgan byrjar í 1934, tá Christian Dahl-Restorff stovnaði Fa. Tubbak. Tubbakshandilin gjørdist skjótt eitt av kendastu handilsvirkjunum í Tórshavn og hevði bæði smásølu og heilsølu umframt einkarumboð í Føroyum fyri fleiri altjóða tubbaksvørumerki.
Býarfólk, fiskimenn og sjómenn løgdu ofta leiðina framvið, áðrenn teir fóru til sjós. Mangan varð keypt upp á borg og goldið, tá komið varð heim aftur. Tá vóru eitt lógvatak og orðini „Eitt orð er eitt orð“ nóg mikið.
Í 1937 læt enn eitt kent stað upp í grannahúsinum. Heini Jacobsen, betur kendur sum Heini í Kjøt, stovnaði matvøruhandilin Kjøt, sum skjótt gjørdist ein natúrligur partur av gerandisdegnum í Tórshavn. Handilin helt til á Áarvegi fram til 1963, tá hann flutti í onnur høli í miðbýnum.
Økið fekk enn størri týdning, tá Christian Dahl-Restorff fór undir at gera dreym sín um eitt hotell mitt í høvuðsstaðnum til veruleika. Byggingin av Hotel Hafnia byrjaði í 1950, og longu árið eftir tók hotellið ímóti sínum fyrstu gestum.
Tað, sum byrjaði við bert 17 kømrum, er síðani vaksið til eitt av fremstu fýra-stjørnaðu hotellunum í Føroyum. Í meira enn sjey áratíggju hevur Hotel Hafnia tikið ímóti gestum úr øllum heiminum og verið ein týðandi partur av lívinum í miðbýnum.
Í dag ber Tubbak við stoltleika navnið og andan frá upprunaliga tubbakshandlinum víðari. Tubbakið er skift út við eld, góðan smakk og føroyskt gestablídni, men endamálið er enn tað sama: at skapa eitt stað, har fólk hittast, njóta góðan mat og kenna seg vælkomin.
Hvør máltíð á Tubbak er ein heiðran av søguni hjá hesum sermerkta staðnum, einum staði, sum í meira enn 90 ár hevur savnað býarfólk, ferðandi og ættarlið av føroyingum.
Upp- & afturlatingartíðir
Sunnudag-hósdag:
kl. 17.00 – 00.00
Fríggjadag & leygardag:
kl. 17.00 – 02.00
